Óluva Allansdóttir Joensen avloysir Valborg Østerø í málinum, og í verjuni kemur Durita Hummeland inn í staðin fyri Leu Lisberg. Dysturin byrjar klokkan 18:00, og kann stroymast á kvf.fo

——————

Klokkan seks seinnapartin fer føroyska kvinnulandsliðið aftur á vøllin, tá Andorra tekur ímóti á Andorra La Vella stadion.

Hópurin kom til Andorra tíðliga sunnumorgunin, og hevur síðani fyrireikað seg til dystin, sum er tann seinasti í hesari undankappingini.

Samanborið við tær fyrstu ellivu, ið byrjaðu á vøllinum í 2-1 sigrinum á Montenegro farna fríggjadag, hevur Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari, framt tvær broytingar á føroyska liðnum.

Óluva Allansdóttir Joensen verður í mál, og verjuna manna Jensa Tórolvsdóttir, Tórunn Joensen, Birita Ryan, Sunniva Willemoes og Durita Hummeland. Á miðvøllinum frá byrjan vera Eyðvør Klakstein, Sanna Svarvadal, Ásla Johannesen og Fridrikka Clementsen, og í álopinum verður Heidi Sevdal.

Á bonkinum sita Valborg Østerø, Malena Olsen, Rebekka Benbakoura, Julia Naomi Mortensen, Mona Rasmusdóttir, Anna Carolina Brændstrup, Tóra Mohr, Petra Hoydal, Anna Katrina Mikkelsen, Rúna Jacobsen og Lea Lisberg.

Undan síðsta umfari í bólkinum er Grikkaland fremst við 13 stigum. Montenegro hevur 10 stig, síðani koma Føroyar á 3. plássi við seks stigum, og aftast er Andorra, ið framvegis hevur fyrsta stigið til góðar.

Dysturin í dag byrjar klokkan 18:00, og kann stroymast beinleiðis á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya, kvf.fo. Stroymingin byrjar klokkan 17:50.