Rene Shaki Joensen var á vøllinum allan dystin, tá Føroyar hósdagin spældu javnleik móti Lettlandi, og hann letur væl at nýggju samansetingini á miðvøllinum

Saman við Halli Hansson og Brandi Hendriksson Olsen mannaði Rene Shaki Joensen føroyska miðvøllin gjøgnum allan dystin.

 

– Vit kennast sjálvandi væl, men hetta er ein nýggj samanseting, sum vit líka skulu venja okkum við, sigur miðvallarin, sum dagliga spælir í Grindavík í Íslandi.

Hóast Føroyar spældu væl og kom til góðar málmøguleikar í løtum av dystinum, viðurkennir miðvallarin, at fjáltur kom á føroyska spælið til tíðir.

 

– Vit hildu uppat at tosa saman og lótu teir trýsta okkum ov nógv ta einu løtuna. Men útjavnandi málið hjá teimum virkaði sum eitt slag av ‘wake up call’, sum fekk okkum á røttu kós aftur, sigur Rene, sum nú gleðir seg til dystin móti Liktinstein.

– Tað verður spennandi og vit fara sjálvandi at gera alt fyri at vinna, sigur Rene Shaki Joensen í samrøðu við FSF Varpið.

Føroyar spæla móti Liktinstein sunnudagin kl.17:00, og dysturin kann stroymast á www.fsf.fo.