Við hvør sínum máli syrgdu Ásla Johannesen og Heidi Sevdal fyri, at Føroyar vunnu 2-1 á Litava í dystinum um 3. plássi í Baltic Cup 2024


Á middegi sunnudagin lokala tíð í lettlendska høvuðsstaðnum Riga, sum var klokkan tíggju føroyska tíð, fór A-landsliðið við kvinnum á Skredela leikvøllin, har dysturin um 3. plássi í Baltic Cup 2024 var á skránni.

Og tá dómarin floytaði av, vóru tað okkara kvinnur, ið fóru við heiðursmerkjunum og steypinum, sum prógv upp á, at Føroyar gjørdust nummar trý í kappingini, meðan Litava endaði á fjórða plássi.

Úrslitið bleiv 2-1 til Føroyar. Ásla Johannesen skoraði til 1-0 tá 18 minuttir vóru farnir, og beint fyri hálvleiki legði Heidi Sevdal Føroyar á odda 2-1, eftir at Litava javnaði tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin.

Í seinna hálvleiki royndu litavisku kvinnurnar at leggja trýst á, fyri at fáa útjavnandi málið, men føroyska verjan og málverjin, Gunnvá Lützen, ið spældi sín fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar, stóðu væl, og sum heild var sigurin ongantíð í vanda.

Hinvegin var nærri við at føroyska liðið økti um leiðsluna tá fáir minuttir restaðu í. Fyrst brast bólturin á stongina, áðrenn ein litaviskur verjuspælari bjargaði á strikuni.

Í finaluni í Baltic Cup 2024 vann Estland 1-0 á Lettlandi.

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum í 2-1 sigrinum á Litava – Mynd: Brynhild Absalonsen
Fyrsti A-landsdystur hjá Gunnvu Lützen, og sum heild stóð HB málverjin ein góðan dyst – Mynd: Brynhild Absalonsen
Føroyski hópurin, eftir at bronsuheiðursmerkini vóru handaði – Mynd: Brynhild Absalonsen