Farna vikuskifti var Fótbóltssambandið vertur fyri skeiði, har umboð fyri føroysku feløgini og evropeisku fótbóltssamgonguna UEFA luttóku
Í altjóða høpi er fótbóltur heimsins størsta ítróttagrein, bæði tá tað kemur til íðkarar og fjepparar, og tí er áhugin og virðið fyri stuðlar og sponsorar í fótbólti eisini náttúrliga stórt. Í Føroyum eru vit von at síggja feløg gera lýsingaravtalur við fyritøkur og sponsorinntøkur eru sum heild ein av grundarsteinunum undir virkseminum í føroyskum fótbólti.
Við hesum í huga er eisini vert hjá Fótbóltssambandinum og feløgunum alla tíðina at virka fyri einum góðum samstarvi við stuðlar, og hetta kann gerast uppá sera nógvar mátar. Á skeiðnum, sum FSF herfyri var vertur fyri, luttóku fleiri umboð frá UEFA við framløgum um týdningin av góðum sambandi og samstarvi við lokalumhvørvini, sum feløg virka í. Harumframt fingu skeiðsluttakararnir eisini innlit í, hvussu sosialir miðlar kunnu spæla við, tá tað kemur til stuðul, eksponering og vælvild í samfelagnum.