Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt, nær seinastu dystirnir í samband við steypakappingar, upp- og niðurflytingardystir og steypafinalur skulu spælast.

——————

Kappingarárið 2020 nærkast endanum. Flestu landskappingar eru liðugt spældar og komið er fram til upp- og niðurflytingardystir, fjórðingsfinalur, hálvfinalur og finalur í steypakappingunum.

Hálvfinalur, finalur og upp- og niðurflytingardystir verða spældir á uttanveltaðum vølli, meðan fyrr nevnda liðið hevur heimavøll í fjórðingsfinalunum.

Leygardagin 14. november / Hálvfinalur kvinnur
B36 – NSÍ (kl. 13:30 á Eiði)
KÍ – ÍVB (kl. 17:00 í Runavík)

Fríggjadagin 20. november
Blaðberasteypið (U17): KÍ – HB (kl. 17:30 á Tórsvølli)
Mótasteypið (GU18): ? – ? (kl. 20:00 á Tórsvølli)

Leygardagin 21. november
Eilif Arge steypið (GU15): ??? – ??? (kl. 12:00 á Tórsvølli)
Finalan kvinnur: ??? – ??? (kl. 18:00 á Tórsvølli)
Løgmanssteypið (1/4 finala): B36 – AB (kl. 14:30 á Tórsvølli)
Løgmanssteypið (1/4 finala): Víkingur – TB
Løgmanssteypið (1/4 finala): NSÍ – Skála (kl. 19:00 við Løkin)
Løgmanssteypið (1/4 finala): 07 Vestur – HB

Fríggjadgain 27. november
Th. Dam Intersport steypið (U21): ??? – ??? (kl. 19:00 á Tórsvølli)

Leygardagin 28. november
Løgmanssteypið (hálvfinala): ??? – ??? (kl. 15:00)**
Upp- og niðurflyting: B68 – AB (kl. 19:00 á Tórsvølli)*

Sunnudagin 29. november
Løgmanssteypið (hálvfinala): ??? – ??? (kl. 15:00)**

Leygardagin 5. desember
Løgmanssteypið (finala): ??? – ??? (kl. 16:00 á Tórsvølli)

* Um AB spælir seg víðari í steypakappingini, verður upp- og niðurflytingardysturin móti B68 spældur mikudagin 25. november.

** Leikstaðurin verður ásettur, tá greitt er, hvørji liðini eru.