Leygardagin 22. oktober er seinasta umfar í EFFO-deildini á skránni. Allir dystirnir byrja klokkan 14:00
Spenningurin í toppinum í EFFO-deildini heldur sær til seinasta umfar. Spurningurin um, hvør skal avstað við FM-steypinum verður avgjørdur komandi leygardag, og tá klokkan fer at nærkast fýra, er allarhelst greitt, hvør verður føroyameistari 2016.

Størst spenningurin verður uttan iva í dystunum á Argjum, har AB tekur ímóti Víkingi, og í Fuglafirði, har ÍF og KÍ møtast.

Undan seinasta umfari hevur Víkingur 58 stig, meðan klaksvíkingar hava 57 stig.

Dystirnir í 27. umfari eru hesir:
B68 – NSÍ
B36 – TB
Skála – HB
ÍF – KÍ
AB – Víkingur

Allir dystirnir verða floytaðir í gongd klokkan 14:00.