Tað verður eitt nakað øðrvísi lið í mun til seinast, ið byrjar á vøllinum móti Estlandi í dag klokkan 17:00.
——————
Håkan Ericson hevur lagt brikkarnar, og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu eru, ið landsliðsvenjarin sendir á vøllin frá byrjan ímóti Estlandi.
Í mun til seinasta landsdyst, sum var móti Danmark á Brøndby stadion í mars mánað, eru fimm broytingar á liðnum. Men aftur í dag er talan um eina sterka manning, ið umboðar Føroyar í altjóða dysti.
Bárður á Reynatrøð verður í mál, og verjuna manna Jóannes Kalsø Danielsen, Samuel Chukwudi, Gunnar Vatnhamar og liðskiparin, Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum vera Petur Knudsen, Hanus Sørensen, René Shaki Joensen, Stefan Radosavljevic og Meinhard Olsen, og fremsti maður verður Jóan Símun Edmundsson.
Á bonkinum og til reiðar at koma inn, sita Silas Eyðsteinsson, Ari í Haraldstovu, Jann Benjaminsen, Gullbrandur Øregaard, Arnbjørn Svensson, Daniel Johansen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Noah Mneney, Adrian Justinussen, Ragnar Samuelsen, Pætur Petersen, Patrik Johannesen og Klæmint Andrasson Olsen.
Landsdysturin millum Estland og Føroyar, sum eisini er partur av Baltic Cup 2024, verður spældur á A. Le Coq Arena í Tallinn. Fyrsta bríksl verður klokkan 17:00, sum er klokkan 19:00 lokala tíð í Estlandi. Dysturin kann síggjast í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, sum byrjar at senda kl. 16:50.