Seinnapartin hósdagin varð átakið ”Sameindur Fótbóltur” sparkað í gongd á Tórsvølli. Umleið 35 fótbóltsspælarar úr øllum landinum møttu til fyrsta tiltakið

– Lagið var av tí allar besta, og fótbóltsspælið var somikið gott, at Tórsvøllur sjáldan hevur upplivað betri. Tað siga fyriskipararnir og venjararnir í ”Sameindum Fótbólti”, Rókur av Fløtum Jespersen og Páll Mohr Joensen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Endamálið við átakinum ”Sameindur Fótbóltur”, er at geva børnum og ungum, ið hava ymsar serligar avbjóðingar, møguleikan at spæla og venja fótbólt undir skipaðum umstøðum.

 

Fyrsta tiltakið var á Tórsvølli seinnapartin hósdagin, og tá møttu umleið 35 ágrýtnir fótbóltsspælarar upp, og stuttligt var at síggja, at tað vóru spælarar úr øllum landinum.

 

Samstundis var hetta eisini partur av Grassroots vikuni, sum UEFA hvørt á skipar fyri, í samstarvi við europeisku fótbóltssambondini, og í hesum føri saman við Fótbóltssambandi Føroya.

 

Tiltakið vardi í hálvan annan tíma. Byrjað varð við felags upphiting, og síðani bleiv deilt í seks lið, so ein kapping kundi verða spæld. Nakrir næmingar úr Eysturskúlanum tóku eisini lut, og harafturat vóru fýra av Føroya bestu dómarum eisini við. Teir stýrdu kappingini væl, og syrgdu fyri, at alt fór rætt fram.

 

M Y N D I R