Gestur í FSF Varpinum hesaferð er vágbingurin í Havn, Rúni Nolsøe. Hoyri millum annað um tá ársins dómari í fjør, Lars Müller av órøttum varð vístur av vølli í dysti millum TB og HB
10. umfar í EFFO-deildini verður spælt um vikuskiftið. Lagt verður fyri fríggjadagin kl. 19:00, tá ÍF og NSÍ bresta saman í Fuglafirði. Leygardagin spæla FC Suðuroy og B36, meðan dystirnir sunnudagin eru AB-EB/Streymur, TB-HB og KÍ-Víkingur.

Gesturin í FSF Varpinum hesaferð er Rúni Nolsøe, ið er skrásettur fyri yvir 300 dystir í fremstu deildini. Rúni hevur upplivað mangt og hvat í føroyska fótbóltsheiminum. Hoyri millum annað um reyða kortið, ið ársins dómari í fjør, Lars Müller fekk á Tvøroyri, og um rumenska venjaran í HB, sum setti stór krøv til spælararnar.