FSF Varpið: Føroyska landsliðið hevur havt sína seinastu venjing undan landsdystinum móti Rumenia. Talan verður nokk um ein “verjudyst”, sigur Jóannes Jakobsen
Beint eftir middagsleitið mánadagin kom føroyska A-landsliðið við monnum til Cluj í Rumenia, har EM-undankappingardystur er á skránni týsdagin klokkan 21:45 lokala tíð (19:45 føroyska tíð).
Av flogvøllinum varð koyrt á hotellið, og klokkan hálvgum fimm var tíðindafundur og síðani venjing á Dr. Constantin Radulescu Stadion, har dysturin skal spælast.
Undir venjingini fekk FSF Varpið orðið á Jóannes Jakobsen. Hann sigur, at nú skal tapið móti Malta vaskast av, men tað verður trupult. Tað mest avgerandi er, at avrikið hjá okkara spælarum er í lagi, sigur hjálparvenjarin millum annað.