Portugisiska landsliðið til dystin ímóti Føroyum er úttikið. Og millum teir 24 spælararnar, ið venjarin hevur boðsent, er stóra stjørnan í Real Madrid, Cristiano Ronaldo
Mánadagin 10. oktober verður Tórsvøllur karmur um ein av størstu landsdystum í Føroyum í nýggjari tíð, tá europameistararnir úr Portugal koma á vitjan.
Portugisar komu heldur illa frá byrjan í hesari undankappingini. Í fyrsta dystinum tapti Portugal 2-0 fyri Sveis, og liggja í løtuni aftast í okkara undankappingarbólki. Men tað er nokk lítið at ivast í, at har verða teir neyvan verandi.
Fernando Santos, ið er venjari hjá Portugal, hevur úttikið 24 spælarar til HM-undankappingardystin ímóti Føroyum. Størstu stjørnurnar á liðnum eru uttan iva Cristiano Ronaldo og Pepe, ið báðir spæla við spanska oddaliðnum, Real Madrid.
Teir 24, ið verða við á føroyaferðini, eru hesir:
Anthony Lopes, Lyon (Frakland)
Marafona, SC Braga (Portugal)
Rui Patrício, Sporting (Portugal)
Antunes, Dynamo Kiev (Ukreina)
Bruno Alves, Cagliari (Italia)
Cédric Soares, Southampton (Ongland)
José Fonte, Southampton (Ongland)
João Cancelo, Valencia (Spania)
Pepe, Real Madrid (Spania)
Raphael Guerreiro, Dortmund (Týskland)
Adrien Silva, Sporting (Portugal)
William Carvalho, Sporting (Portugal)
André Gomes, FC Barcelona (Spania)
Danilo Pereira, FC Porto (Portugal)
João Mário, Inter (Italia)
João Moutinho, AS Monaco (Frakland)
Renato Sanches, FC Bayern Munchen (Týskland)
André Silva, FC Porto (Portugal)
Bernardo Silva, AS Monaco (Frakland)
Cristiano Ronaldo, Real Madrid (Spania)
Éder, Lille (Frakland)
Gelson Martins, Sporting (Portugal)
Nani, Valencia (Spania)
Ricardo Quaresma, Besiktas (Turkaland)
Á seinasta styrkislistanum hjá FIFA eru heili 104 pláss á muni millum Portugal og Føroyar. Meðan okkara landslið er nummar 111 í heiminum, liggja europameistararnir á 7. plássi.
Fríggjadagin 7. oktober, sama dag sum Lettland og Føroyar spæla í Riga, tekur Portugal á heimavølli ímóti Andorra. Samstundis spæla Ungarn og Sveis á Groupama Arena í Budapest.