Toppskjúttin á A-landsliðnum hjá monnum, Rógvi Jacobsen er hesaferð gestur í FSF Varpinum. Frá 1999 til 2009 spældi Rógvi 53 landsdystir og skoraði týggju mál
Frá 1999 og næstu tíggju árini var klaksvíkingurin, Rógvi Jacobsen fastur partur av A-landsliðnum hjá monnnum. Hesi árini spældi Rógvi 53 landsdystir fyri Føroyar, og skoraði 10 mál, ið er tað mesta, sum nakar spælari hevur skorað fyri føroyska landsliðið.
Men ein skaði gjørdi, at Rógvi mátti gevast, og í 2009 var toppskjúttin á landsliðnum fyri seinastu ferð at síggja á vøllinum.
Í FSF Varpinum hesaferð hoyra vit Rógva Jacobsen millum annað fortelja um harðastu takklingina, hann hevur fingið í einum fótbóltsdysti. Og tað var ikki hvør sum helst, sum kom við glíðandi takklingini. Tí tað var hvørki ein viðspælari ella ein mótspælari…