Tað eydnaðist føroyska U21-landsliðnum at spæla javnleik 1-1 á útivølli ímóti Finnlandi. Men møguleikarnir vóru til fleiri mál og trý stig
– Eg kann ikki minnast, at eg havi verið venjari hjá nøkrum føroyskum landsliðið, sum hevur spælt seg fram til so nógvar møguleikar, og alíkavæl fingu vit bara eitt mál. Vit høvdu so avgjørt uppiborið trý stig, men sum heild eri eg væl nøgdur, sigur Eli Hentze, U21-venjari.
Finnland var mótstøðuliðið, tá føroyska U21-landsliðið týsdagin spældi triðja dystin í undankappignini til EM 2019. Dysturin varð spældur á Lahti Stadion í býnum Lahti, sum liggur stutt norðanfyri finska høvuðsstaðin, Helsinki.
Tá 56 minuttir vóru spældir legði Kaan Kirinen finnar á odda, men bara tríggjar minuttir seinni javnaði Meinhard Egilsson Olsen til 1-1, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.
Føroyar hava nú 1 stig fyri tríggjar dystir. Fremst í bólkinum er Danmark. Danir vunnu týsdagin 6-0 á Litava.
Næsti dystur hjá føroyska U21-landsliðnum verður týsdagin 10. oktober, tá Georgia vitjar í Føroyum.
Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum ímóti Finnlandi – Mynd: Eli Hentze