Føroyska landsliðið tapti 3-1 fyri Norðurírlandi. Men tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki at norðurírar avgjørdu dystin, eftir at Jóan Símun Edmundsson hevði fingið reytt kort
Fríggjakvøldið mátti føroyska A-landsliðið við monnum leggja rygg til 3-1 tap fyri Norðurírlandi. Men tað var ikki fyrr enn eina góða løtu inn í seinna hálvleik, at norðurírar fingu avgjørt dystin, eftir at Jóan Símun Edmundsson varð vístur av vølli fyri sítt seinna gula kort.
Fyrri hálvleikur var javnur, við fáum málmøguleikum til báðar partar, men kortini eydnaðist báðum liðum at fáa hvør sítt mál.
Tá 12 minuttir vóru spældir legði Gareth McAuley Norðurírlandi á odda, og fyrstu løtuna høvdu gestirnir á Tórsvølli eina lítla yvirvág. Men sum fráleið kom føroyska liðið meir við í dystin, og 10 minuttir fyri steðgin javnaði Jóan Símun Edmundsson til 1-1.
Tað var ikki fyrr enn 65 minuttir vóru spældir, at norðurírar av álvara fingu tamarhald á dystinum. Og tíverri var tað eitt keðiligt reytt kort til føroyska málskjúttan, ið bleiv avgerandi fyri dystin.
Reyða kortið kom sum ein skelkur fyri føroyska liðið, og lítla løtu seinni var Gareth McAuley aftur uppá spæl og skoraði til 2-1, áðrenn Kyle Lafferty í 75. minutti økti til 3-1, og harvið avgjørdi dystin fyri Norðurírland.
Føroysku spælararnir vóru av góðum orsøkum rættuliga skuffaðir eftir dystin, men longu mánakvøldið skulu okkara menn í eldin aftur, tá Finnland tekur ímóti á Olympiska Leikvøllinum í Helsinki. Dysturin móti finnum byrjar klokkan 19:45, føroyska tíð.