Serliga í fyrra hálvleiki kom føroyska manslandsliðið í rættuligt ódnarveður, tá teir mikudagin vitjaðu á Andrúv Stadion í Olomouc í Kekkia. Úrslitið gjørdist 5-0 til heimaliðið, sum var á odda við fýra málum í steðginum
——————
Sæð við føroyskum brillum, gjørdist úrslitið á Andrúv Stadion í Olomouc mikudagin als ikki eitt av teimum penastu. Tá liðini fóru til hálvleiks, vóru heimamenninir á odda við fýra málum, og tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, hevði Kekkia vunnið 5-0.
Lat tað bara verða sagt beinanvegin: Kekkar høvdu yvirvág í spæli og málmøguleikum, meðan okkara vóru rárir gestir í hinum endanum.
Tó so, onkrar góður støður komu, og við eitt sindur av hepni og neyvleika, so fekk føroyska liðið eisini okkurt mál. Men soleiðis bleiv tíverri ikki hesaferð.
Stóri spælarin hjá kekkum var Mojmír Chytil, sum skoraði reint hattrikk. Hini bæði málini gjørdu Vaclav Cemy og Patrizio Stranati.
Komandi leygardag er seinni venjingardysturin í hesum umfari á skránni, tá Kosovo tekur ímóti á Fadil Vokrri Stadion í Pristina.
Myndir: Hans Erik Danielsen