Í døgunum 6. til 11. april skal føroyska kvinnulandsliðið spæla innleiðandi HM-undankapping í Føroyum. Og sambært Rannvu B. Andreasen, so er hópurin klárur til stóru uppgávuna

Sigur tú føroyskur kvinnufótbóltur, mást tú eisini siga Rannvá Biskupstø Andreasen. Navnframi KÍ’arin við fantastiska vinstrabeininum er royndasti spælarin á føroyska landsliðnum, sum í næstum skal spæla innleiðandi HM-undankapping í Føroyum

Í 2004 spældi Rannvá B. Andreasen sín fyrsta landsdyst fyri Føroyar. Talan var um venjingardyst ímóti Írlandi, og úrslitið gjørdist 2-1 til írsku kvinnurnar. Tá var hon millum yngru spælararnar á liðnum, og lat í stóran mun føturnar tala. Nú, trettan ár seinni, hoyrist eitt sindur meira til hana.

– Fyrstu ferð eg var við, tordi eg ikki at siga tað stóra, men nú havi eg verið við í fleiri ár og havi nógvar royndir við tílíkum dystum. Nú kennist tað natúrligt at tosa nógv á vøllinum og hjálpa hinum spælarunum, greiðir Rannvá frá.

Spælarar koma og fara á føroysku landsliðunum, og hetta er kanska serliga galdandi fyri kvinnulandsliðið. Gjøgnum trettan ár hevur Rannvá verið partur av nógvum hópum, og hevur havt eitt ótal av liðfeløgum. 

– Tann fyrsti hópurin, eg var partur av, hevur verið hin sterkasti gjøgnum hesi árini. Ta ferðina høvdu allar 18 uppiborið at verið millum tær fyrstu 11, og tað bleiv eisini víst til venjing, sigur Rannvá B. Andreasen, men vísir á, at tá vóru fleiri lið í 1. deild og feløgini høvdu aloftast fleiri spælarar at velja ímillum. 

– Hinvegin hevur hópurin, sum skal spæla innleiðandi HM-undankappingina í apríl mánað, meira altjóða royndir, spælararnir kenna støðið á mótstøðuliðunum og hava roynt at spælt móti slíkari mótstøðu fyrr. Tí eru vit mentalt til reiðar, og tað er týdningarmikið, sigur Rannvá. Hon leggur afturat, at fimm spæla í løtuni uttanfyri Føroyar, og tað hevur eisini stóran týdning fyri landsliðið.

Landsliðsarbeiðið er broytt nógv gjøgnum síðstu fimmtan árini, og Rannvá fegnast um, at tað nú tykist liggja í eini fastari legu, so tað ber til at arbeiða við framtíðini í huga.

– Fyrstu árini skuldi ein oftast byrja av nýggjum, hvørja ferð liðið skuldi til kapping, tí tað var so langt ímillum avbjóðingarnar. Tá var vanligt, at vit fingu at vita, at nú verður ein kapping ella dystur, einar tveir-tríggjar mánaðar frammanundan. Tá tað so var yvirstaðið, lá landsliðsarbeiðið aftur stilt. Hetta er broytt nú, og dystir og venjingar liggja javnan gjøgnum árið. og tá ber til at byggja víðari upp á liðið so hvørt, sigur Rannvá B. Andreasen.

Hon fegnast um, at komandi kapping er á heimavølli, og heitir á føroysku áskoðararnar um at koma at rópa á føroysku kvinnurnar.

– Heimavøllur er altíð ein fyrimunur. Vit kenna vøllin, vit kenna alt rundan um og tað hevur nógv at týða. Hesir tríggir dystirnir, ið vit skulu spæla, verða sera torførir, og tí vóna vit, at fleiri áskoðarar koma at stuðla okkum, so vit veruliga merkja, at vit spæla á heimavølli, sigur Rannvá.

Kappingin verður spæld á Tórsvølli í døgunum 6. til 11. apríl, og mótstøðuliðini eru Luksemborg, Montenegro og Turkaland.

Dystarskráin til HM-undankappingina

Hósdagin 6. apríl

Klokkan 15:00 Turkaland – Montenegro á Tórsvølli

Klokkan 19:30 FØROYAR – Luksemborg á Tórsvølli

 

Leygardagin 8. apríl
Klokkan 15:00 Montenegro – FØROYAR á Tórsvølli

Klokkan 19:30 Turkaland – Luksemborg á Tórsvølli

 

Týsdagin 11. apríl
Klokkan 13:00 FØROYAR – Turkaland á Tórsvølli

Klokkan 13:00 Luksemborg – Montenegro á Ovara Vølli í Gundadali