Eftir 16 ár sum fastur fúsur á landsliðnum, hevur Rannvá Biskopstø Andreasen úr KÍ nú valt at takka fyri seg. Undan dystinum móti Estlandi hevur Rannvá spælt 55 altjóða A-landsdystir fyri Føroyar og skorað 26 mál
– Eg haldi at tíðin nú er komin til at lova øðrum framat. Hugurin til landsliðið er framvegis til staðar, men tað krevur nógva orku, og hana fari eg at brúka annaðleiðis nú. Og so verði eg heldur ikki yngri, sigur Rannvá Biskopstø Andreasen við heimasíðuna hjá FSF.
Hon hevur verið ein av stóru profilunum í føroyskum fótbólti í nógv ár. Longu sum 14 ára gomul spældi hon sín fyrsta dyst í fremstu deildini hjá kvinnum, og síðani tá hevur hon verið á vøllinum í 387 dystum og skorað ikki færri enn 545 mál. Harvið eigur hon sín stóra lut í teimum 19 føroyameistaraheitunum, sum kvinnurnar hjá KÍ hava vunnið seinastu 23 árini.
Men eisini á landsliðnum hevur Rannvá Biskopstø Andreasen veruliga gjørt vart við seg. Fyrstu fer Rannvá lat seg í landsliðsblusuna var í 1997, tá hon saman við U18-gentunum var við í venjingardysti ímóti Íslandi, og fýra ár seinni, á Oyggjaleikunum á Isle of Man í 2001, fekk hon sínar fyrstu A-landsdystir.
Og nú vit skriva mars 2020, hevur Rannvá verið fastur partur av landsliðnum í 55 altjóða landsdystum, og 11 Oyggjaleikalandsdystum. Í altjóða dystum hevur hon skorað 26 mál, meðan tað í oyggjaleikahøpi bleiv til 24 mál.
– Mær hevur altíð dámt ótrúliga væl at spælt við landsliðnum, og kenslan at umboða Føroyar hevur verið fantastisk hvørja ferð. Eg fari uttan iva at sakna landsliðið, men hetta kennist rætt, sigur Rannvá Biskopstø Andreasen, sum harvið spælir sín seinasta landsdyst í dag, tá føroyska kvinnulandsliðið tekur ímóti Estlandi. Dysturin verður á Tórsvølli, og verður floytaður í gongd klokkan 17:00.
Tíverri hava áskoðarar ikki atgongd til landsdystin millum Føroyar og Estland, men møguleiki verður at stroyma beinleiðis á KVF.fo.