Bestu spælarar 2016 hjá kvinnum og monnum eru Rannvá B. Andreasen úr KÍ, og Sølvi Vatnhamar úr Víking

Tað var eingin ivi, tá atkvøðurnar um, hvør skuldi gerast ársins spælari 2016 hjá kvinnum og monnum, vórðu taldar saman.

Hjá kvinnum gjørdist tað Rannvá B. Andreasen úr KÍ, ið fór svatað við heiðurinum sum ársins spælari, meðan Sølvi Vatnhamar gjørdist ársins spælari hjá monnum.

Tað eru liðskiparar, venjarar og ítróttarjournalistar, ið hava greitt atkvøðu.

Har afturat varð eisini atkvøtt um ársins málverja, ársins verjuspælara, ársins miðvallara, ársins framherja, ársins venjara, ársins unga spælara og ársins dómara, umframt at ársins lið eisini bleiv sett.

Tað eru Rás 2 og Miðlahúsið, í samstarvið við Fótbóltssamband Føroya, ið standa fyri at finna ársins spælarar.

Ársins spælarar
Rannvá B. Andreasen, KÍ og Sølvi Vatnhamar

Ársins málverjar
Ana Ivanov, KÍ og Kristian Joensen, KÍ

Ársins verjaspælarar
Durita Hummeland, EB/Streymur/Skála og Atli Gregersen, Víkingur

Ársins miðvallarar
Rannvá B. Andreasen, KÍ og Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Ársins framherjar
Milja R. Simonsen, HB og Klæmint A. Olsen, NSÍ

Ársins ungu spælarar
Evy á Lakjuni, KÍ og Jóannes Bjartalíð, KÍ

Ársins venjarar
Alexandar Jovevic, KÍ og Sámal Erik Hentze, Víkingur

Ársins dómarar
Kjartan á Gravarbø, KÍ og Lars Muller, Royn

Fari Play steypið
ÍF

Ársins lið (kvinnur)
Ana Ivanov – Durita Hummeland, Súsanna Maria Hansen, Ragna Patawary og Rakul Magnussen – Birna Tummasardóttir, Ansy Sevdal, Eyðvør Klakstein og Rannvá B. Andreasen – Milja R. Simonsen og Margunn Lindholm

Ársins lið (menn)
Kristian Joensen – Jóhan Troest Davidsen, Atli Gregersen, Jonas Flindt-Rasmussen og Erling Jacobsen – Jóannes Bjartalíð, Semir Hadzibulic, Sølvi Vatnhamar og Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen og Páll Klettskarð