Leygardagin vórðu Ársins leikarar 2012 hjá kvinnum og monnum kosin í sendingini “Hvonn Live” á Rás2

Rannvá B. Andreasen úr KÍ, og Clayton Soares úr ÍF eru kosin ársins leikarar 2012 hjá kvinnum og monnum. Hetta gjørdist greitt í sendingini "Hvonn Live", sum varð send á Rás2 leygarkvøldið.

Tað er Miðlahúsið, í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya, ið hevur staðið fyri atkvøðugreiðsluni.

Í fyrstu atløgu vórðu tríggir leikarar á hvørjum plássi tilnevndir, og síðani hava umboð fyri Kringvarp Føroya, Dimmalætting, Miðlahúsið og liðformenn og venjarar í bestu deildini hjá kvinnum og Effodeildini, greitt atkvøðu.

Í kvinnudeildini vann KÍ flest heiðrar. Klaksvíkskvinnur eiga ársins verjuleikara, ársins framherja og ársins leikarar.

Hjá monnum fóru fuglfirðingar avstað við flest heiðrum. Eftir farna kappingarár meta fjølmiðlar, liðskiparar og venjarar, at ÍF eigur ársins málverja, ársins framherja, ársins leikara og ársins venjara.

ÁRSINS LEIKARAR 2012
Ársins málverjar:
Bjarta Johansen, B36
Jákup Mikkelsen, ÍF

Ársins verjuleikarar:
Malena Josephsen, KÍ
Marni Djurhuus, EB/Streymur

Ársins miðvallarar:
Fríðrún Danielsen, Skála
Hallur Hansson, HB

Ársins framherjar:
Rannvá B. Andreasen, KÍ
Clayton Soares, ÍF

Ársins stjørnuskot:
Lív Arge, HB
Páll Klettskarð, KÍ

Ársins venjari, kvinnur:
Jacob Thomsen, B36

Ársins venjari, menn:
Flemming Christensen, ÍF

Ársins dómari, kvinnur:
Elsa Andreasen

Ársins dómari, menn:
Lars Müller

Ársins leikarar:
Rannvá B. Andreasen, KÍ
Clayton Soares, ÍF

Ársins lið, kvinnur:
Bjarta Johansen (B36) – Sigrid Petersen (B36), Rakul Johannesen (B36), Malena Josephsen (KÍ), Martha Thomsen (ÍF) – Ansy Sevdal (Víkingur), Lív Arge (HB), Fríðrún Danielsen (Skála), Sigrun K. Kristiansen (EB/Streymur) – Heidi Sevdal (HB), Rannvá B. Andreasen (KÍ)

Ársins lið, menn:
Jákup Mikkelsen (ÍF) – Bárður Hansen (Víkingur), Bartal Eliasen (ÍF), Marni Djurhuus (EB/Streymur), Jan Ó. Ellingsgaard (ÍF) – Kaj Leo í Bartalstovu (Víkingur), Hallur Hansson (HB), Høgni Madsen (ÍF), Símun Samuelsen (HB) – Arnbjørn Hansen (EB/Streymur), Clayton Soares (ÍF)

Fair Play:
EB/Streymur