Allir smálutir skulu sita, tí betri vit eru fyrireikaðar, betri gerst møguleikin at fáa góð úrslit, sigur Rannvá B. Andreasen. Hóskvøldið klokkan 19:00 spælir kvinnulandsliðið fyrsta dystin í undankappingini til HM 2019
Rannvá Biskupstø Andreasen er royndasti spælarin á føroyska landsliðnum, sum í morgin fer á vøllin móti Kekkia í fyrsta HM-undankappingardystinum á hesum sinni. Hon heldur, at tað hevur sera stóran týdning, at landsliðið er so sjónligt sum gjørligt, so at ungar gentur fáa kvinnuligar fótbóltsfyrimyndir.
– Gentur í Føroyum gerast varugar við, at tær eisini kunnu satsa upp á at blíva dugnaligir fótbóltsspælarar. Nú eru tað ikki bert menninir, sum eru fyrimyndir hjá ungdóminum, men nú vita børn og ung, at tað eisini finnast kvinnur, sum spæla fótbólt her. Vit síggja ikki nógv til tað í sjónvarpi, men um vit byrja í tí smáa her heima, kann tað fáa stórt virði, sigur Rannvá B. Andreasen við heimasíðuna hjá FSF.
Fótbóltssamband Føroya hevur boðað frá, at kvinnufótbóltur skal uppraðfestast og mennast munandi komandi árini. Sum liður í hesum arbeiðnum varð valt, at Føroyar skuldi vera vertur fyri innleiðandi undankappingini sum var í vár, har landsliðið sum kunnugt stóð seg væl og spældi seg víðari til sjálva HM-undankappingina, sum nú stendur fyri durum. FSF gjørdi nógv burturúr kappingini, og fleiri miðlar varpaðu eisini ljós á landsliðið. Hetta hevði og hevur framvegis nógv at siga, heldur Rannvá.
– Tað er júst hetta, sum í stóran mun hevur manglað fyrr. Um vit verða settar í brennidepilin á sama hátt sum í vár til okkara dystir í innleiðandi undankappingini, er sannlíkt, at fleiri áskoðarar koma til dystirnar, og at fólki, og ikki minst genturnar, fáa eyguni upp fyri, at vit hava eisini eitt landslið. Tað vita fleiri eftir kappingina í apríl, og eg vóni, at hetta støðið verður hildið, sigur navnframi álopsspælarin, sum hevur skotið ikki færri enn 27 mál í 48 dystum í føroysku landsliðsblusuni.
Fáar munnu hava uppliva líka nógv, sum Rannvá í føroyskum fótbólti, og hon er ein av teimum, sum vóru við, tá Føroyar spældu undankapping í 2013 og 2014, tá Svøríki, Pólland og Skotland vóru millum mótstøðuliðini. Rannvá heldur, at landsliðið er betur tilbúgvið til stóru avbjóðingina hesaferð.
– Vit vita betur, hvat krevst. Nú hava mestsum allir spælararnir royndir frá U-landsliðunum, og umstøðurnar kring landsliðið eru eisini batnaðar munandi síðan seinast vit spældu eina undankapping, og tað er sera týdningarmikið. Allir smálutir skulu sita, tí betur fyrireikaðar vit eru, betri gerst møguleikin fyri at fáa góð úrslit, greiðir Rannvá Biskupstø Andreasen frá.
HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Kekkia verður á Tórsvølli hósdagin 14. september kl. 19.00. Ókeypis atgongd er til dystin.