Unga víkingakvinnan er fyri fyrstu ferð úttikin til A-landsliðið, sum seinni í mánaðinum skal taka lut í Baltic Cup í Riga í Lettlandi
Hósdagin 24. oktober skal føroyska A-landsliðið við kvinnum á vøllin aftur, tá fyrri av tveimum dystum í Baltic Cup 2024 er á skránni.
Føroyar leggja fyri ímóti Lettland, meðan seinni dysturin verður sunnudagin 27. oktober, tá mótstøðulandið verður annaðhvørt Estland ella Litava.
Kappingin verður skipað sum tvær hálvfinalur, og síðani verður finalan og dysturin um 3. plássið.
Signe Pries Andersen er venjari hjá kvinnulandsliðnum, og hon hevur nú kunngjørt tær 22, ið fara at mynda føroyska hópin. Og millum tær, ið standa á listanum hjá venjaranum, er Rakul Sørensen úr Víkingi.
19 ára gamla víkingakvinnan hevur roynt seg á fleiri ungdómslandsliðum, og hóast sín unga aldur, hevur hon drúgvar royndir í fremstu deildini, har hon er skrásett fyri 88 dystir og 24 mál. Og nú sær also út til, at hon møguliga fer at fáa sín elddóp á A-landsliðnum.
Hópurin
Petra Hoydal, AaB (Danmark)
Anna Carolina Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Valborg Østerø, B36 Tórshavn
Gunnvá Lutzen, HB Tórshavn
Rúna Jacobsen, HB Tórshavn
Sunniva Willemoes, HB Tórshavn
Fridrikka Klementsen, HB Tórshavn
Durita Hummeland, KÍ Klaksvík
Birita Ryan, KÍ Klaksvík
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík
Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík
Sanna Svarvadal, KÍ Klaksvík
Malena Olsen, KÍ Klaksvík
Tóra Mohr, KÍ Klaksvík
Sara Samson Lamhauge, NSÍ Runavík
Heidi Sevdal, NSÍ Runavík
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Lea Lisberg, Víkingur
Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Anna Katrina Mikkelsen, Vikingur
Skráin
24. okt. Føroyar – Lettland (kl. 17:00)
27. okt. Føroyar – Estland ella Litava (kl. 10:00 ella 18:00)