Aftur í ár fer FSF at skipa fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt. Í ár verður ráðstevnan í døgunum 2. og 3. mars

– Ráðstevnan í fjør eydnaðist væl, har eini 60-70 venjarar luttóku. Í ár útbyggja vit konseptið eitt sindur, við millum annað at fáa útlendingar á vitjan, umframt at luttakararnir hesaferð fáa møguleikan at gista fríggjakvøld.

 

– Vónandi kann hetta gera ráðstevnuna enn meira áhugaverda, og ikki minst økja um óformella fótbóltsprátið, nú luttakararnir fáa møguleikan at gista fríggjakvøld, sigur Pætur Clementsen, teksniskur stjóri í FSF.

 

Aftur í ár fer Fótbóltssamband Føroya at skipa fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt. Hesaferð verður ráðstevnan í døgunum 2. og 3. mars. Endamálið við stevnuni er at geva teimum, ið fáast við barna- og ungdómsvenjingar úti í feløgunum íblástur og høvið at hittast og práta um fótbólt.

 

– Við hesari ráðstevnu ynskja vit at skapa eitt tiltak, har venjarar kunnu fáa fakligan íblástur, og vónandi kann hetta eisini blíva eitt hæddarpunkt á árinum hjá øllum barna- og ungdómsvenjarum í Føroyum, sigur Pætur Clementsen.

 

Tilmelding til “Ráðstevnuna um barna- og ungdómsfótbólt” fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Freistin at boða frá luttøku er mánadagin 19. februar 2018.

 

Nærri kunning um ráðstevnuna sæst her: Ráðstevna um barna- og ungdómsfótbólt