Undirtøkan fyri ráðstevnuni um barna- og ungdómsfótbólt, sum FSF skipar fyri komandi vikuskiftið, hevur verið góð. Nærum 70 ungdómsvenjarar hava boðað frá luttøku

– Tá vit gjørdu av at skipa fyri ráðstevnuni, visti vit ikki heilt, hvat vit skuldu vænta. Men hetta sær spennandi út, og nú fáir dagar eru til ráðstevnan verður, og skráin er komin upp á plass, eru vit spent til komandi vikuskifti, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya.
 
Umleið 70 barna- og ungdómsvenjarar, ið virka kring alt landið, hava boðað frá luttøku til ráðstevnuna um barna- og ungdómsfótbólt, sum FSF skipar fyri í døgunum 3. og 4. mars.
 
Endamálið við ráðstevnuni er at geva øllum teimum, ið fáast við barna- og ungdómsvenjingar, íblástur og høvið at hittast og práta um barna- og ungdómsfótbólt.
 
Á skránni verða fyrilestrar, sum verða í B36-húsinum, og venjingar, sum verða á Tórsvølli. Ráðstevnan endar við døgurða í nýggja FSF-húsinum, og síðani verða allir luttakararnir bodnir til Stórsteypadystin millum Víking og KÍ, sum verður á Tórsvølli leygardagin 4. mars klokkan 19:00.
 
SKRÁIN
 
Fríggjadagin 3. mars
Kl. 17:30 Vælkomin (Christian F. Andreasen)
Kl. 17:45 Menningarætlan fyri barna- og ungdómsfótbólt (Pætur Clementsen)
Kl. 18:15 Nátturði
Kl. 19:00 Tann góði barnavenjingartímin (Øssur Hansen)
Kl. 19:30 Venjing á Tórsvølli (Øssur Hansen)
Kl. 20:30 Vit taka samanum
 
Leygardagin 4. mars
Kl. 09:00 Talent hugtakið. Hvat er eitt talent (Pætur Clementsen)
Kl. 10:15 Venjara- og venjingarumhvørvið (Jógvan Martin Olsen)
Kl. 11:15 Gentur í fótbólti – avbjóðingar og møguleikar (John Petersen)
Kl. 12:00 Døgurði
Kl. 12:45 Rák og royndir í altjóða fótbólti (Eli Hentze)
Kl. 13:45 Hvussu skapa vit fleiri málmøguleikar (Thomas Thinggaard)
Kl. 14:45 Venjing á Tórsvølli (Eli og Thomas)
Kl. 16:15 Pallborðsfundur
Kl. 17:30 Døgurði í FSF-húsinum
Kl. 19:00 Stórsteypadystur á Tórsvølli (Víkingur – KÍ)