Í døgunum 2. og 3. mars komandi ár skipar FSF fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt. Á skránni verða fyrilestrar og venjingar​

Aftur komandi ár fer Fótbóltssamband Føroya at skipa fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt. Ráðstevnan verður fríggjadagin 2. og leygardagin 3. mars 2018.

Tiltakið, sum verður í Havn, er ætlað barna- og ungomsvenjarum, umframt øðrum, ið hava áhuga fyri barna- og ungdómsfótbólti. Á skránni verða fyrilestrar og venjingar, ið taka atlit til børn og ung.

Endamálið við ráðstevnuni er í stuttum, at geva venjarum íblástur til venjingar í komandi kappingarári.

Nærri kunning, skrá og vegleiðing um tilmelding verður kunngjørd tíðliga í komandi ári. Men longu nú ræður um, at allir barna- og ungdómsvenjarar, og øll onnur, ið hava áhuga fyri barna- og ungdómsfótbólti, seta eitt stórt X í álmanakkan 2. og 3. mars 2018.