Í døgunum 3. og 4. mars komandi ár skipar FSF fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt. Á skránni verða fyrilestrar og venjingar​

Fríggjadagin 3. og leygardagin 4. mars 2017 fer Fótbóltssamband Føroya at skipa fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt.

Tiltakið, sum verður í Havn, er ætlað barna- og ungomsvenjarum, umframt øðrum, ið hava áhuga fyri barna- og ungdómsfótbólti. Á skránni verða fyrilestrar og venjingar, ið taka atlit til børn og ung.

Endamálið við ráðstevnuni er í stuttum, at geva venjarum íblástur til venjingar í komandi kappingarári.

Nærri kunning, skrá og vegleiðing um tilmelding verður kunngjørd tíðliga í komandi ári. Men longu nú ræður um, at allir barna- og ungdómsvenjarar seta eitt stórt X í álmanakkan 3. og 4. mars 2017.