Tað sigur føroyski landsliðsvenjarin hjá kvinnum. John Petersen er sannførdur um, at føroyskur kvinnufótbóltur kann gera stór framstig, men tað krevur raðfesting frá spælarunum og feløgunum. Mánadagin 9. mars klokkan 17:00 spælir føroyska kvinnulandsliðið venjingardyst móti Estlandi. Dysturin, sum verður á Tórsvølli, kann stroymast beinleiðis á kvf.fo
Føroyska kvinnulandsliðið hevur havt enn eitt torført landsliðsár, men tað er ongin orsøk at fell í fátt. Hóast úrslitini hjá kvinnulandsliðnum ikki hava verið góð, so eru framstig at hóma kring kvinnufótbóltin í Føroyum.
Umstøðurnar kring landsliðið líkjast meiri tí hjá monnunum, eitt felag afturat hevur meldað til í fremstu deildina kvinnum, sum nú telur seks lið, og nógv verður sett inn til U17-landsliðið við gentum, sum skal luttaka í EM-endaspælinum, sum verður spælt í Føroyum um mánaðarskifti apríl-mai komandi ár.
John Petersen er landsliðsvenjari hjá kvinnum, og hann ásannar at úrslitini ikki hava verið góð hjá A-landsliðnum, men hann vónar at spælarar og feløg halda fram at raðfesta kvinnufótbóltin.
– Tað er týdningarmikið at raðfesta gentu- og kvinnufótbóltin í feløgunum, so tað verður hugaligt at spæla fótbólt – eisini í vaksnamannafótbólti. Tað er eitt stórt fráfall í aldrinum 18 til 19 ára. Tær mugu vit hava fatur á, sigur John Petersen.
Hann hevur eisini eitt ynski um, at feløgini kunnu skapa eina mentan, har ungir spælarar trívast og samstundis síggja hvat skal til fyri at koma longri. Tað krevur millum annað, at eldsálir og onnur, sum vilja kvinnufótbóltinum væl, gerast ein partur av feløgunum. Eisini tá tær sjálvar eru givnar at spæla.
– Eg hugsi um týpur sum Rannvá B. Andreasen, sum kunnu gera, at viðurskiftini hjá kvinnufótbóltinum blíva betri. Hon ger eitt stórt arbeiði fyri kvinnufótbóltin í KÍ. At tær eisini bjóða seg fram í nevnd, tá tíðin sum spælari er farin. Tað kann gera, at kvinnufótbóltur fær eina rødd og tað kann verða munurn millum at spælarar ikki detta niður ímillum, sigur John Petersen.
Hann heldur fyri, at tað er neyðugt at fleiri spælarar og feløg raðfesta kvinnufótbóltin og vónar, at U17-landsliðið kann verða ein mátistokkur fyri hvat ber til. Tær skulu spæla í EM-endaspælinum, sum verður í Føroyum, fyri U17-landslið í 2021. Tað verða drúgvar fyrireikingar við nógvum venjingum og venjingardystum, umframt at tær skulu luttaka í fleiri kappingum enn vanligt.
– Tilfeingið er ikki so stórt av spælarum. Tí ræður um at finna røttu javnvágina, so tú mennir spælararnar samstundis sum tær tíma at halda fram. Nú fáa vit at síggja hvussu tað eydnast við U17-landsliðnum. Vónandi kann tað slóða fyri, sigur føroyski A-landsliðsvenjarin.
Størri kapping um plássini
Árið í fjør bjóðaði upp á tveir 6-0 ósigrar móti Wales og Hvítarusslandi, og eitt 13-0 tap móti Norra á Tórsvølli. Tað hevur sett síni spor, men tað eru glottar at hóma. Landsliðsvenjarin vónar at síggja framstig í ár.
– Hugsar tú bara um úrslitini, so var tað ikki eitt gott ár. Vit hava havt nakað av frágongd vegna skaðar og barnsburð, sum hevur merkt okkum. Vit fáa trý stórtap og serliga úrslitið móti Norra, sum gott nokk er sterkasta liðið í bólkinum, svíður. Vit fáa nú fleiri týðandi spælarar aftur frá skaðum og barnsburði, meðan ungu spælararnir eisini eru eitt ár eldri. Tí vænti eg at vit fáa størri kapping um plássini í ár. Og tað er bara gott, sigur John Petersen.
Ein av stóru avbjóðingunum er at raka røttu javnvágina á vøllinum, so tað er samsvar millum verjuspæl og álopsspæl.
– Tað hevur víst seg at verið ov lætt at fáa mál móti okkum. Tað er sum vit ikki megna at dekka, sparka vekk og allir smálutir eru móti okkum. Tað er torført at motivera spælarar, tá tað blívur sjey og átta mál á muni, sigur landsliðsvenjarin, ið heldur, at tær ikki bara skulu leggja seg aftur at verja.
– Tú kanst altíð stilla teg aftur í egnan brotsteig at verja, men sjálvt tá vit gjørdu tað, skoraðu hinar. Enntá í støðum, har tær eru leysar, sigur John Petersen.
Málið er nú at fáa spælararnar á eitt hægri kropsligt stig og klára seg betri enn í fjør.
– Um vit fáa spælarar, sum eru betri fyri, so kunnu vit eisini standa longri móti trýstinum. Tað tekur tíð at byggja upp, men tað er eisini alt avgerandi fyri at koma víðari. Nú ynskja vit at vaska hetta av okkum og vónandi gera tað betri í 2020, sigur John Petersen at enda.
Hann tók við eftir Pætur Smith Clementsen, sum í fjør byrjaði í starvinum sum venjari hjá U19-gentunum.
Føroyar skulu spæla fimm EM-undankappingardystir í 2020. Tvær ferðir móti Norðurírlandi og eina ferð móti Hvítarusslandi, Norra og Wales.
Ársins fyrsta uppgáva hjá kvinnulandsliðnum verður mánadagin 9. mars klokkan 17:00, tá venjingardystur móti Estlandi verður spældur á Tórsvølli. Tíverri hava áskoðarar ikki atgongd til dystin, men í staðin ber til at síggja kvinnulandsdystin millum Føroyar og Estland á kvf.fo.