Portugal kom, sá og sigraði. Og tað bleiv eisini ein sannførandi sigur, sum ongantíð var í vanda. Tá avtornaði vunnu Ronaldo og hansara menn 6-0 á Føroyum
Eftir javnleik 0-0 ímóti Ungarn, og síðani 2-0 sigur á útivølli ímóti Lettlandi, bleiv tað til ein veruligan avsmurning ímóti Portugal. Úrslitið gjørdist 6-0 til portugisar, sum vóru frammanfyri við trimum í steðginum.

Í fyrra hálvleiki var tað serliga André Silva, ið gav føroysku verjuni høvuðbríggj. Í 12., 22. og 37. minutti høvdu okkara ikki tamarhald á framherjanum, sum til dagliga spælir fyri portugisiska stórfelagið FC Porto. 3-0 til Portugal, og dysturin í roynd og veru avgjørdur.

Eftir steðgin kom føroyska liðið eitt sindur meir við í dystin, men veruligt trýst fingu vit ongantíð lagt á portugisiska málið. Í 65. minutti var tað so verðinsstjørnan, Cristiano Ronaldo, ið var uppá spæl og økti til 4-0. Hetta sá eisini leingi út til at skula gerast endaliga úrslitið av dystinum. Men í yvirtíðina skoraðu Joao Moutinho og Joao Cancelo hvør sítt mál, so seinasta myndin á máltalvuni vísti Føroyar 0 og Portugal 6.

Eftir dystin vóru føroysku spælararnir sjálvandi alt annað enn nøgdir.

– Hetta var ein gjøgnumførdur lortadagur, segði liðskiparin, Atli Gregersen.

Næsta uppgávu hjá føroyska landsliðnum verður tann 13. november, tá Sveis tekur ímóti á Swisspor Arena í Luzern.

 

 

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum ímóti Portugal – Mynd: Heri Joensen