Føroyar komu í bólk E, saman við Póllandi, Kekkia, Albania og Moldova til komandi EM-undankapping. Fyrstu dystirnir verða í mars næsta ár

——————

Á middegi sunnudagin gjørdist greitt, hvørjum londum føroyska A-landsliðið við monnum skal spæla ímóti í komandi EM-undankapping.

Lutakastið var í Frankfurt í Týskland, og tað háttaði seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk E, saman við Póllandi, Kekkia, Albania og Moldova.

Av teimum fýra londunum, hava Føroyar áður roynt seg ímóti Póllandi, Kekkia og Moldova, meðan hetta verður fyrstu ferð, at vit skulu møta Albania.

Leikskráin fyri kappingina verður væntandi kunngjørd sunnukvøldið, ella tíðliga mánamorgunin. Dystirnir verða spældir frá mars til november næsta ár.

EM-endaspælið verður í Týsklandi í 2024.

Bólkur A
Spania, Skotland, Noreg, Georgia og Kýpros

Bólkur B
Holland, Frakland, Írland, Grikkaland og Gibraltar

Bólkur C
Italia, Ongland, Ukraina, Norðurmakedónia og Malta

Bólkur D
Kroatia, Wales, Armenia, Turkaland og Lettland

Bólkur E
Pólland, Kekkia, Albania, Føroyar og Moldova

Bólkur F
Belgia, Eysturríki, Svøríki, Aserbadjan og Estland

Bólkur G
Ungarn, Serbia, Montenegro, Bulgaria og Litava

Bólkur H
Danmark, Finnland, Slovenia, Kasakstan, Norðurírland og San Marino

Bólkur I
Sveis, Ísrael, Rumenia, Kosovo, Hvítarussland og Andorra

Bólkur J
Portugal, Bosnia-Hersigovina, Ísland, Luksemborg, Slovakia og Liktinstein