Tá føroyska A-landsliðið við monnum setir kós imóti Portugal um eina lítla viku, verður tað uttan Pól Jóhannus Justinussen, sum hevur givið avboð vegna skúlagongd
– Eg fái ikki skúlan og landsliðsfótbólt at passa saman beint nú, og tað er orsøkin til at eg havi givið avboð til dystin ímóti Portugal, sigur Pól Jóhannus Justinussen við heimasíðuna hjá FSF.
Á tíðindafundi mánadagin kunngjørdi Lars Olsen, landsliðsvenjari, nøvnini á teimum 22 spælarunum, ið eru boðsendir til næstu HM-undankappingardystirnar, sum verða ímóti Portugal og Andorra.
Hósdagin 31. august klokkan 19:45 spæla Portugal og Føroyar á Estadio do Bessa í Porto, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 3. september klokkan 17:00 spæla Føroyar og Andorra á Tórsvølli.
Á listanum hjá landsliðsvenjaranum yvir teir úttiknu var Pól Jóhannus Justinussen. Men nú er kortini greitt, at hávaksni glyvramaðurin úr NSÍ ikki verður í føroyska ferðalagnum, sum komandi mánadag setir kós ímóti Porto í Portugal.
Fróði Benjaminsen verður heldur ikki tøkur til dystin ímóti Portugal. Fróði er í læru sum fangavørður, og verður í komandi viku staddur uttanlands í arbeiðsørindum.
Væntandi verður fullsett á Tórsvøli til dystin ímóti Andorra. Tó eru nøkur atgongumerkir eftir, og tey fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.
Hópurin
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (ICE)
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Símun Rógvi Hansen, NSÍ Runavík
Jónas Tór Næs, ÍBV (ICE)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Atli Gregersen, Víkingur
Rógvi Baldvinsson, Bryne FK (NOR)
Hørður Askham, KÍ Klaksvík
Odmar Færø, B36 Tórshavn
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ICE)
Gilli R. Sørensen, SK Brann (NOR)
Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE)
Fróði Benjaminsen, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Eli Falkvard Nielsen, B36 Tórshavn
Karl Løkin, NSÍ Runavík
Róaldur Jakobsen, B36 Tórshavn
Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík
Patrik Johannesen, B36 Tórshavn
Jóan Símun Edmundsson, OB Odense (DEN)