Róaldur Jakobsen hevur givið avboð til dystirnar ímóti Lettlandi og Portugal. Í staðin hevur Lars Olsen úttikið Pól Jóhannus Justinussen
Fyrr í vikuni kunngjørdi Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, føroyska hópin til dystirnar ímóti Lettlandi og Portugal.

Men nú tríggjar dagar undan fráferð hevur Róaldur Jakobsen givið avboð. Miðvallarin úr B36 er upptikin við skúlagongd, og verður tí ikki við í ferðalagnum, sum mánamorgunin setir kós ímóti Riga í Lettlandi.

Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Pól Jóhannus Justinussen úr NSÍ.

HM-undankappingardysturin millum Lettland og Føroyar verður á Skonto Stadion í Riga í Lettland fríggjakvøldið klokkan 19:45, føroyska tíð.

Mánakvøldið 10. oktober klokkan 19:45 spæla Føroyar og Portugal á Tórsvølli.