Nøkur pláss eru eftir til fótbóltsskúlan í Havn, sum verður 14. og 15. august. Og av tí at trupulleikar hava verið við skipanini at boða frá luttøku, er tilmeldingarfreistin flutt til 9. august
Fríggjadagin og leygardagin, 14. og 15. august, skipar HB, í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya, fyri árliga fótbóltsskúlanum, ið er ætlaður børnum og ungum í aldurinum 8 til 14 ár (fødd í 2001 til 2007).

Tilmeldinrfreistin var 1. august, men av tí at trupulleikar hava verið við skipanini, er freistin, at boða frá luttøku til fótbóltsskúlan í Havn flutt til 9. august.

TILMELDING

Kostnaðurin fyri fótbóltsskúlan er 400 krónur. Peningurin skal flytast á konto 9181-138.666.4 áðrenn fótbóltsskúlin byrjar.

Gjaldið er fyri luttøku, mat, frukt, t-troyggju, luttøkubræv og ein bólt.

Tey, ið longu eru tilmeldaði umvegis skipanina ASKUR hjá ÍSF, skulu ikki melda til av nýggjum.

Pláss er fyri 300 luttakarum til fótbóltsskúlan í Havn.