Framvegis eru nøkur pláss eftir á fótbóltsskúlunum í Havn, sum verður 23. og 24. juni, og á Toftum, sum verður í døgunum 30. juni og 1. juli. Tilmeldingarfreistin til flutt til mánadagin 12. juni

Í døgunum 23. og 24. juni verður árligi Fótbóltsskúlin hjá FSF í Gundadali í Havn, og eina viku seinni, 30. juni og 1. juli verður fótbóltsskúlin á Svangaskarði á Toftum.

 

Enn eru nøkur pláss eftir, og tí hevur Fótbóltssamband Føroya, í samstarvi við fyriskipararnar, avgjørt at flyta tilmeldingarfreistina til mánadagin 12. juni.

 

Í ár vera Fótbóltsskúlarnir fyri børn í aldurinum 6 til 14 ár (fødd í 2003 til 2011). Fríggjadag verður vant frá kl. 13 til 17 og leygardag frá kl. 10 til 15. Børnini møta hálvan tíma frammanundan.

 

Kostnaður: 400 krónur (Gjaldið er fyri luttøkuna á fótbóltsskúlanum og fyri mat, frukt, bólt, T-shirt og luttøkubræv).

 

TILMELDING