FSF hevur avgjørt, at leikbannið, ið HB-spælarin, Sebastian Pingel, hevur fingið av danska fótbóltssambandinum (DBU), ikki er galdandi í føroysku kappingini
Fjølmiðlarnir hava seinastu dagarnir skrivað um eitt leikbann hjá HB’arinum, Sebastian Pingel í sokallaðu “Odder sagen”. Á heimasíðuni hjá danska fótbóltssambandinum, DBU verður upplýst, at Sebastian Pingel hevur fingið fýra dagar leikbann.
Spurningurin er tí reistur, um Sebastian Pingel skal yvirsita leikbannið í føroysku kappingini ella ikki? Aðalskrivarin í Fótbóltssambandi Føroya, Virgar Hvidbro, hevur samskift við Michael Andersen, sum er løgføðingur hjá DBU, um málið.
DBU hevur onga kunning sent til FSF um málið, tí DBU sær dómin, sum bert galdandi í Danmark. Somuleiðis verður upplýst frá danska fótbóltssambandinum, at støðan hevði verið ein onnur, um Sebastain Pingel til dømis flutti spæloyvið til Føroyar, eftir at leikbannið varð ásett og áðrenn tað varð yvirsitið. Um tað var, so hevði leikbannið verðið flutt við leikaraloyvinum til Føroyar.
Somuleiðis hevði støðan verið ein onnur, um tað var FIFA, sum hevði ásett leikbannið, tí so hevði tað verið globalt leikbann.
Niðurstøðan er tískil, at Sebastian Pingel ikki skal yvirsita leikbannið í Føroyum, men DBU letur tað bíða, til hann aftur spælir í donsku kappingini.
Yvirlit yvir teir, sum hava fingið leikbann í “Odder sagen”
https://www.dbu.dk/turneringer_og_resultater/resultatsoegning/tidsbegraensede_karantaener.aspx