Meinhard Egilsson Olsen verður kortini ikki við til dystirnar móti Danmark og Ísrael. Í staðin hevur venjarin úttikið Patrik Johannesen

——————

Mánadagin fer A-landsliðið við monnum av álvara undir fyrireikingarnar til HM-undankappingardystirnar móti Danmark og Ísrael, sum eru teir seinastu í hesari undankappingini.

Men tað verður uttan Meinhard Egilsson Olsen, sum spælir fyri Bryne FK í Noregi. Til seinastu landsliðssamling varð Meinhard noyddur at blaka handklæði í ringin orsaka av skaða, og tað er hesin sami skaði, ið framvegis spøkir.

Í staðin hevur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson sent boð eftir einum øðrum føroyingi, ið spælir í norskum fótbólti. Talan er um Patrik Johannesen úr Egersunds IK, sum síðan 2017 hevur spælt 12 A-landsdystir fyri Føroyar.

– Tað er sjálvandi keðiligt, at Meinhard framvegis er skaddur, og vónandi kemur hann skjótt fyri seg. Men tað ræður um at vera til reiðar, tá møguleikin kemur, og vónandi kann eg prógva fyri venjaranum, at eg eigi eitt pláss á landsliðnum, sigur Patrik Johannesen við heimasíðuna hjá FSF.

Fríggjadagin 12. november spæla Danmark og Føroyar í Parkini í Keypmannahavn, og tríggjar dagar seinni, mánadagin 15. november spæla Ísrael og Føroyar á Nethanya Stadion í Tel Aviv.

Hópurin
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk FC (Írland)
Hørður Askham, HB Tórshavn
Heri Hjalt Mohr, HB Tórshavn
Hannes Agnarsson, B36 Tórshavn
Bjarni Petersen, B36 Tórshavn
René Shaki Joensen, HB Tórshavn
Bartal Wardum, HB Tórshavn
Heðin Hansen, HB Tórshavn
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (Svøríki)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Tróndur Jensen, NSÍ Runavík
Hallur Hansson, Vejle BK (Danmark)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík
Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren (Belgia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Petur Knudsen, Lyngby BK (Danmark)
Patrik Johannesen, Egersunds IK (Noreg)