Sunnumorgunin fer føroyska Parasport liði í fótbólti til Russland. Mótstøðuliðini vera Russland, Sveis, Makedonia, Slovakia, Lettland, Litava, Kasakstan og Montenegro

Sum liður í at menna fótbóltin fyri menningartarnað, fer Parasport Føroyar sunnudagin til altjóða kapping í Russlandi.

 

Luttakandi londini eru Russland, Føroyar, Sveis, Makedonia, Slovakia, Lettland, Litava, Kasakstan og Montenegro.

 

– Vit kenna millum lítið ein einki til mótstøðuliðini. Men vit hava nakrar góðar fótbóltsspælarar við okkum, og fara sjálvandi eftir sigrinum í hvørjum dysti, sigur Allan Mørkøre, venjari hjá Parasport Føroyar.

 

Í fyrsta umfari spæla øll londini styttri dystir móti hvør øðrum, og síðani verður deilt upp eftir styrki.

 

Føroyska liðið hevur fyrireikað seg væl til kappingina, og farna mikudag høvdu tey seinastu venjingina áðrenn fráferð.

 

Myndir frá venjingini síggjast her: Parasport Føroyar / Venjing á Eysturvøllinum