Venjarin hjá føroyska kvinnulandsliðnum, Pætur Clementsen, væntar ein harðan dyst móti Slovenia, men vónar, at stóru ósigrarnir fyrr í kappingini, kunnu motivera okkara spælarar

Fríggjadagin setir føroyska kvinnulandsliðið seinasta punktum fyri fótbóltsárið 2017. Mótstøðuliðið hesaferð er Slovenia, sum, eins og Føroyar, framvegis hevur sítt fyrsta stig til góðar í hesari undankappingini.

 

Men hvussu eru kvinnurnar fyri, at spæla landsdyst seint í november mánað?

 

– Hetta hevur verið eitt langt fótbóltsár fyri kvinnurnar. Síðani heimliga kappingin endaði 7. oktober, hava tær vant regluliga tríggjar til fýra ferðir um vikuna, fyrst sum fyrireiking til dystin móti Týskland 24. oktober, og síðani til dystin móti Slovenia 24. november.

 

– Uppmøtingin hevur verið góð, so tær hava uttan iva viðlíkahildið fysiska formin, tó at sjálv dystarvenjingin nokk ikki er optimal. Men tað mugu vit liva við, nú vit eru komin so langt út á árið, sigur landsliðsvenjarin, Pætur S. Clementsen, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Slovenska kvinnulandsliðið hevur tapt báðar dystirnar higartil í kappingini. 6-0 fyri Týsklandi, og 4-0 fyri Kekkia. Hvat kunnu vit so vænta av dystinum fríggjadagin, og hvat kennir føroyski venjarin til slovenska liðið.

 

– Vit hava sæð teirra dystir og meta, at Slovenska liðið er eitt sindur veikari enn topliðini í bólkinum. Týskland, Ísland og Kekkia eru øll sera sterk, og hyggja vit at úrslitunum hjá Slovenia, so bendir á, at tær nokk ikki eru líka sterkar, men tó allarhelst eitt vet sterkari enn vit, sigur Pætur Clementsen.

 

Tað er eingin ivi um, at føroyska kvinnulandsliðið ynskir at reisa seg eftir eina heldur keðiliga byrjan upp á HM-undankappingina, og at enda fótbóltsárið 2017 væl. Og sambært venjarinum, so hevur sterka mótstøðan lært okkara kvinnur nógv, og stórtapini kunnu eisini vera motiverandi.

 

– Aftaná at hava lagt rygg til nøkur stórtap, so vilja vit ógvuliga fegin enda árið væl. Vit meta, at tapini í fyrru dystunum hava verið ov stór, og tí eru vit sera motiverað at fremja eitt megnar avrik og geva slovenum mótstøðu – hóast vit eru á útivølli. So mugu vit so síggja hvussu langt tað ber, sigur Pætur Clementsen.

 

HM-undankappingardysturin millum Slovenia og Føroyar verður spældur á Mestni Stadium í Ajdovscina fríggjadagin 24. november klokkan 13:00, føroyska tíð.