Hóast kvinnulandsliðið tapti heili 11-0 ímóti Týsklandi, so er venjarin, Pætur Clementsen hugtikin av arbeiðsinnsatsinum, ið føroysku spælararnir vístu allan dystin, sjálvt um fleiri mál vórðu skoraði ímóti
– Vit vistu, at hetta fór at verða ein torfør uppgáva, og tað bleiv tað eisini. Men kortini var hugvekjandi at síggja, hvussu allir spælararnir á føroyska liðnum stríddust, sjálvt um Týskland bara skoraði oftari og oftari. Ein erligur og góður arbeiðsinnsatsur frá øllum.
Soleiðis sigur Pætur Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, sum týsdagin legði rygg til 11-0 tap fyri nummar 2 á FIFA-styrkislistanum, Týsklandi.
At týsku kvinnurnar framvegis teljast millum tær bestu í heiminum, sæst eisini aftur á teirra hagtølum í EM- og HM-endaspølum. Síðani 1984 hevur Týskland vunnu europameistaraheitið átta ferðir, og verið heimsmeistarar tríggjar ferðir.
Hetta var yvirmaktin, ið vit hesaferð møttu, men at teir gott og væl 2.300 áskoðararnir á Arena Grossaspach løgdu merki til, hvussu nógv føroysku spælararnir løgdu fyri dagin, hóast stórtap, sást aftur, tá okkara fóru at takka Martin Schuerman, ið sum tann einasti á stadion stuðlaði føroyska liðnum.
– Tey flestu á stadion reistust, og fagnaðu okkara spælarum við lógvabrestum. Ein serlig løta, sum hugtók okkara kvinnuar. Nú hyggja vit fram eftir, og mikudagin í komandi viku byrja fyrireikingar til dystin móti Slovenia, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.
Næsti dystur hjá føroyska kvinnulandsliðnum verður um ein mánað, fríggjadagin 24. november, tá útidystur ímóti Slovenia er á skránni.
Mynd: Fanny Kruse