Føroyski landsliðsvenjarin hjá kvinnum væntar ein harðan og strævnan dyst móti Slovenia, men trýr uppá, at møguleikin at fáa stig er til staðar

Undan dystinum móti Slovenia, sum verður á Tórsvølli hósdagin 7. juni klokkan 17:00, fekk FSF Varpið orðið á føroyska venjaran, Pætur Smith Clementsen. Og hann væntar heilt avgjørt ein harðan og strævnan dyst, men trýr eisini uppá, at tað ber til at fáa stig burturúr.

 

– Tað ræður um at taka av møguleikunum, tá kjansirnir koma, sigur venjarin í samrøðu við Trónd Arge.

 

Í sjónmiðilinum niðanfyri ber til at síggja alla samrøðuna, ið FSF Varpið gjørdi við føroyska landsliðsvenjaran.