Landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Pætur Clementsen, hevur sett navn á tær fyrstu ellivu, sum byrja á vøllinum ímóti Kekkia í dag klokkan 19:00

– Vit gleða okkum ómetaliga nógv, og tað hava vit gjørt síðani apríl mánaða. Endiliga er dagurin komin, og vit ætla at gera okkara ítarsta. Liðið er so væl fyrireikað sum tilber, fýra venjingar hava verið á skránni, vit hava hugt eitt sindur at video, so nú bíða vit bara eftir dystarbyrjan, sigur Pætur Clementsen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum.

 

Í kvøld spælir føroyska kvinnulandsliðið fyrsta dystin í undankappingini til HM 2019. Mótstøðuliðið er Kekkia, og dysturin verður á Tórsvølli klokkan 19:00. Ókeypis atgongd er til dystin, og venjarin vónar, at nógv fólk koma at hjálpa føroysku kvinnunum.

 

– Tað er ilt at meta um støði á Kekkia. Vit vænta at møta einum sterkum liði, bæði fysiskt og tekniskt, so uppgávan er stór. Men hetta er júst tað man spælir fótbólt fyri – tað at sleppa at uppliva hesar stóru løturnar, og vónandi verða nógv fólk á Tórsvølli og hjálpa okkara óføru spælarum, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Føroyska liðið byrjar við Annu S. Hansen í mál, og í verjuni verða Birna T. Mikkelsen, Lív F. Arge, Súsanna Maria Hansen og Maria K. Thomsen. Á føroyska miðvøllinum verða Eyðvør Klakstein, Olga Kristina Hansen, Ansy Sevdal og Ásla Johannesen, meðan Rannvá B. Andreasen og Milja R. Simonsen verða í álopinum.

 

Eykaspælarar verða Monika Biskopstø, Rebekka F. Benbakoura, Birita Bergsdóttir Nielsen, Durita Hummeland, Margunn Lindholm, Liljan Jacobsen og Elisabet Vang.

 

Kvinnulandsdysturin millum Føroyar og Kekkia verður stroymdur á www.fsf.fo og www.kvf.fo. Uttanlands kann dysturin stroymast á www.fsf-livestream.com.