Landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Pætur Clementsen, væntar eina spennandi og ikki minst mennandi HM-undankapping, sum byrjar á heimavølli 14. september
– Vit hava ynskt at sleppa at royna okkum ímóti sterkari liðum, og tað má sigast, at vit nú veruliga sleppa. Hetta verður ein avbjóðing, men óivað ótrúliga spennandi og mennandi fyri okkara spælarar, sigur Pætur Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum.
Týsdagin var lutakast um, hvussu spælast skal í HM-undankappingini fyri kvinnur. Føroyar komu í bólk 5 saman við Slovenia, Kekkia, Ísland og Týsklandi, sum í løtuni er nummar 1 á styrkislistanum hjá FIFA.
– Eg kenni ikki so nógv til mótstøðuliðini, men landafrøðiliga liggja øll væl fyri. Slovenia og Kekkia eru styrkismett lægri enn hini, so tað skuldi verið ein passalig mótstøða. Tað verður eitt upplivilsi at spæla ímóti Íslandi, sum hevur eitt gott lið. Týskland liggur nummar 1 á FIFA-listanum, og tað sigur væl nóg mikið.
– Nú gleða vit okkum bara til at koma í gongd, og vónandi verða nógv fólk á Tórsvølli, tá kvinnurnar fara á vøllin aftur, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.
Dystarskráin sær soleiðis út
2017
14. september Føroyar – Kekkia
18. september Ísland – Føroyar
24. oktober Týskland – Føroyar
24. november Slovenia – Føroyar
2018
10. apríl Føroyar – Ísland
7. juni Føroyar – Slovenia
12. juni Kekkia – Føroyar
4. september Føroyar – Týskland