Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Jóannes Jakobsen, sum fyri fyrstu fer væntar fimm útisigrar í EFFO-deildini
Fríggjadagin 23. juni er fult umfar í EFFO-deildini á skránni, tá 14. umfar verður spælt, og síðani verður summarsteðgur í ein góðan mánað. Jóannes Jakobsen er gestur í FSF Varpinum hesaferð, og hann væntar fimm spennandi dystir, men sum allir enda við sigri til útiliðini.
Dystirnir eru hesir: EB/Streymur – B36, ÍF – KÍ, 07 Vestur – Víkingur, Skála – NSÍ og TB/FCS/Royn – HB. Við Margáir verður sett í gongd kl. 18:30, meðan dysturin við Stórá byrjar kl. 20:00. Hinir tríggir dystirnir byrja klokkan 19:00.