Hóast úrtøkan kundi verið betri, so eru venjararnir, Eli Hentze og Hegga Samuelsen samanumtikið nøgdir við samlaða avrikið hjá U15-landsliðnum til Brøndby Cup 2016

– Hyggja vit nærri at leikgongdini í teimum fimm dystunum, sum vit spældu, so kann staðfestast, at vit í øllum dystunum eru væl við. Eisini í tapinum ímóti AB, sum skoraði sína fýra mál seinastu tíggju minuttir.

– Í tí stóra og heila vóru vit venjarar nøgdir við samlaða avrikið. Nógv er, ið okkara leikarar mugu venja meira, um teir framhaldandi skulu menna síni evni á vøllinum, sigur Eli Hentze, ið saman við Hegga Samuelsen hevur ábyrgdina av U15-landsliðnum við dreingjum.

Í døgunum 29. juli til 3. august var føroyska U15-landsliðið við dreingjum til árligu Brøndby Cup kappingina í Danmark. Hetta er sætta árið á rað, at Føroyar hava lið við í hesari kapping, har lið úr nærum øllum heiminum luttaka.

Føroyska liðið spældi fimm dystir, og um samlaða úrtøkan verður gjørd upp í stigum kann staðfestast, at fyrstu landsliðsfetini hjá hesum ungu dreingjum góvu í minna lagi.

Úrslitini vóru:
Føroyar – AB 0-4 (0-0)
Føroyar – FC Helsingør 3-3 (2-2)
Føroyar – FC Fredericia 1-2 (0-0)
Føroyar – BSF Ballerup 8-1 (3-1)
Føroyar – Svendborg 1-1 (1-1) 5-4 eftir brotssparkskapping

– Tað er altavgerandi fyri víðari menning av føroyskum fótbólti, at okkara leikarar hava røttu amboðini í fótbóltsskjáttuni, og duga at brúka tey røttu tíðina í spælinum. Leikararnir skulu framyvir megna at spæla við og í hægri leikferð uttan at tað gongur útyvir førleikan at fótfara bóltin og taka rættar avgerðir. Til tess at náa málinum er neyðugt alla tíðina at betra dagligu venjingina og gera venjingartilboðini betri, sigur Eli Hentze, U15-landsliðsvenjari.

Næsta avbjóðing hjá okkara yngsta dreingjalandsliðið verður 13. og 15. september, tá sveisiska U15-landsliðið kemur hendan vegin at spæla tveir venjingardystir ímóti Føroyum.​

Øll málini í 8-1 sigrinum á BSF Ballerup kunnu síggjas her:

Myndir: Hanus Eliasen