Tað endaði við einum teprum tapi móti Kýpros, tá ið føroyska kvinnulandsliðið leikti dyst í Nations League í kvøld.

Tað var eitt orkuríkt føroyskt lið, ið byrjaði dystin millum Kýpros og Føroyar á Dasaki Achnas Arena fyrri í kvøld. Føroyska liðið legði høgt press frá byrjan, og tað lukkaðist eisini okkara at skapa nakrar støður, ið kundu havt koppa til okkara fyrimun.

Eitt frískt lot lá eftir vøllinum, og hóast hitin var nógvur, tøktist tað ikki ávirka føroysku leikararnar nakað serligt. Spælið bylgjaði aftur og fram tað mesta av fyrra hálvleiki, uttan teir heilt stóru møguleikarnar. Einu ferðina mátti Óluva Allansdóttir Joensen í føroyska málinum tó í fulla longd, tá ið Kýpros royndu seg við langskoti. Støðan var 0-0, tá ið liðini fóru til hálvleik.

Í seinna hálvleiki kom føroyska liðið undir eitt størri trýst. Einu ferðina kom mótstøðuliðið til fríleypara, men til okkara lukku endaði skotið á stongini. Eftir umleið 65 minuttum verða Føroyar tó revsaðar. Áleyparin hjá Kýpros, sum vísti høgt støði, var ein støðug hóttan móti verjuni, og eftir skjótt spæl verður hon spæld púra leys, og hesaferð skorar hon aftanfyri Óluvu í føroyska málinum. 1-0 til Kýpros, og nú skuldu okkara leggja trýst á, fyri at royna at fáa útjavnandi málið. Føroyska venjaratoymi gjørdi nakrar framrættaðar innskiftingar, men føroyska liðið megnaði ongantíð ordiliga at leggja trýst á málið hjá mótstøðuliðinum. í 85. minutti fekk liðskiparin Ásla Johannesen sítt seinna gula kort, og noyddist av vøllinum. Við einum leikara minni varð nú tungt at halda trýstið, og hóast okkara kempaðu og vístu ein góðan arbeiðsinnsats, so eydnaðist tað ikki at fáa útjavnandi málið, og dysturin endaði tí við einum 1-0 ósigri.

Signe Pries Andersen, høvuðsvenjari, var ørg, tá hon eftir dystin tók samanum.

– Vit lukkast við nøkrum tingum. Trýstið hjá okkum riggaði nógv betri í dag enn seinasta dyst, og vit megna fleiri ferðir at vinna bóltin høgt uppi. Tað sæst aftur at spælistílurin, ið vit hava arbeitt við seinastu vikurnar, ikki enn er komin ordiliga uppá pláss, og so vera vit revsaðar, tá ið vit gera feilir. Vit hava fleiri ting, ið vit skulu arbeiða víðari við, og kanska serliga skulu vit blíva betri til at umseta støður til málmøguleikar og mál.

Føroyska ferðaliðið vendir nú nøsina heim aftur til Føroyar. Næstu dystirnir í Nations League vera síðst í oktober, tá ið Aserbadjan og Kýpros vitja á Tórsvølli.