UEFA og limalondini vilja við átakinum footbALL varpa ljós á, hvønn leiklut og týdning fótbóltur kann hava í mun til trivnað og inklusión.
Eitt av aðalmálunum hjá FSF er, at so nógv sum gjørligt skulu spæla fótbólt so leingi sum gjørligt.
Við hesum meina vit, at í breiðastu merking skulu øll hava møguleika fyri at luttaka í fótbólti. Óansæð aldur, kyn, førleikar og lívsumstøður annars.
Fótbóltur er felagsskapur – fótbóltur er fyri ØLL!