Tað endaði 3-1 til Portugal á Djúpumýru í Klaksvík fríggjadagin, men eins og fyrr í ár, tá liðini møttust í Faro í Portugal, so var tað ikki fyrr enn ímóti endanum av dystinum, at portugisar fingu løn fyri stríið


Enn einaferð var talan um eitt gott avrik hjá føroyska U21-landsliðnum, sum fríggjadagin tók ímóti Portugal á Djúpumýru í Klaksvík. Portugisar máttu veruliga kýta seg, fyri at fáa sigurin í hús, tí tað var ikki fyrr enn í seinastu minuttunum, at dysturin í roynd og veru bleiv avgjørdur.

Okkara menn komu væl frá byrjan, og longu í triðja minutti lá bólturin í málinum hjá Portugal. Føroyar fingu horna í høgru, sum Olaf Bárðarson tók sær av. Og ungi víkingurin gjørdi ikki mætari enn at senda bóltin beinleiðis í málið. 1-0 til Føroyar, meðan portugisarnir stóðu sum kánus.

Men sum heild vóru tað suðurevropeisku gestirnir, ið stýrdu spælinum, og fult í tráð við leikgongdini javnaðu teir til 1-1 stutt fyri hálvleik. Málskjúttin var Fabio Silva.

Í seinna hálvleiki var gongdin tann sama – portugisar høvdu bóltin fyri tað mesta, men okkara stríddust ómetaliga væl, og sum tíðin gekk, kom meir og meir fjáltur á portugisarnar, sum heilt víst ætlaðu sær øll stigini í kavarokinum í Klaksvík.

Sum fráleið vaks trýstið á føroyska málið, og tá tveir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini bragdaði hjá Portugal. Gabi Bras var hægstur eftir horna, og so var 2-1, og bara tríggjar minuttir seinni sló Paulo Bernardo sigurin fastan við góðum skoti.

Aftaná dystin høvdu føroysku spælararnir og venjararnir alla orsøk at iðra seg, tí aftur hesaferð var um reppi, at Føroyar fingu eitt stórt úrslit, móti einum av størstu fótbóltstjóðunum í heiminum.

Í hinum dystinum í bólkinum, sum eisini varð spældur fríggjadagin, vann Kroatia 2-0 á heimavølli móti Andorra.

Týsdagin í komandi verður punktum sett fyri hesari EM-undankappingini, tá Hvítarussland kemur á vitjan á Tórsvølli. Avspark verður klokkan 17:00.

Stigatalva og leikskrá / Bólkur G

Myndir: Andrei Vladut Antal og Bjarni Enghamar