Føroyska A-landsliðið við kvinnum tapti fyrsta dystin í kappingini á Malta. Úrslitið gjørdist 2-0 til Georgia
A-landsliðið við kvinnum, sum í hesum døgum tekur lut í undan-undankapping á Malta, tapti fyrsta dystin í kappingini, sum var ímóti Georgia. Úrslitið gjørdist 2-0 til georgisku kvinnurnar.
Føroyska liðið var væl við allan dystin, og komu eisini fram til fleiri málmøguleikar. Men í avgerandi løtum vóru okkara ikki nóg neyvar.
Hinvegin kendu tær georgisku betri sína vitjunartíð, tá møguleikarnir komu. Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin fekk Georgia fríspark beint uttanfyri føroyska brotsteigin, og við einum væl plaseraðum skoti legði Titiana Matveeva Georgia á odda.
Í seinna hálvleiki royndu føroysku kvinnurnar at leggja eitt høgt trýst fyri at fáa útjavnandi málið, men inn vildi bólturin ikki. Í staðin økti Georgia til 2-0, tá ein góður minuttur var eftir av vanligu leiktíðini.
Næsti dystur hjá føroyska liðnum verður mánadagin 6. apríl, tá Andorra er mótstøðuliðið. Dysturin ímillum Malta og Andorra endaði við 5-3 sigri til Malta.
Føroyar: Hanna Poulsen (GK), Íðunn Magnussen (Milja Simomsen, 66. min.), Sigrun K. Kristiansen, Arnborg Lervig, Durita Hummeland (Lív Arge, 87. min.), Heidi Sevdal (C), Malena Josephsen, Anna Sofía Sevdal (Eyðvør Klakstein, 74. min.), Fríðrún Danielsen, Olga Kristina Hansen, Rannvá B. Andreasen.
Annika Dam (GK), Oddrún Danielsen, Sigrid Petersen og Jónvá Hentze komu ikki á vøllin.