Teir fyrstu 2.000 stuðlarnir á Tórsvølli leygarkvøldið 13. juni fáa ein ókeypis brellbita av laksi
Bakkafrost, høvuðsstuðul hjá landsliðnum, letur teimum fyrstu 2.000 stuðlunum ókeypis laks til dystin 13. juni. Hetta er fyrstu ferð, at hetta verður roynt á Tórsvølli, og tað er heldur ikki av tilvild, at FSF og Bakkafrost hava tikið stig til at gera eitt sindur meira burturúr føroysku stuðlunum 13. juni.

– Føroyska landsliðið framdi eitt satt bragd við at vinna 1-0 á útivølli móti Grikkalandi. Nú hava vit møguleikan at vísa leikarunum okkara fulla stuðul á nógv betraða Tórsvølli. Tað hevur týdning, at vit skapa karmar og stemning kring vøllin. Tí vilja vit fegin gera okkara lítla part, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.

Føroyski laksurin verður serveraður saman við eplamorli í einnýtisíløtum. Hetta er roynt áður til eitt nú festivalur, og tað hevur fingið ógvuliga góða undirtøku.

Laksurin verður serveraður undir taki í nýggja eysturskýlinum, har bróðurparturin av føroysku stuðlunum sita undir dystinum, og har nýggju sølubúðirnar eisini verða tiknar í nýtslu leygarkvøldið. Fólk kunnu fáa sær ókeypis laks frá Bakkafrost frá 18.00, tá Tórsvøllur letur upp. Hildið verður á til einki er eftir ella í seinasta lagi til kl. 19.15.

Útselt er til dystin, og nógv verður gjørt burturúr at skapa góðar karmar fyri at geva føroysku leikarunum tann neyðugu stuðulin, tá teir skulu royna at endurskapa bragdið.