FSF verður næstu dagarnar vertur fyri EM-undankappingini fyri U17 gentur. Dystirnir verða spældir á Tórsvølli og á Ovara vølli í Gundadali

——————

Í morgin, sunnudagin 17. mars, verður hol sett á EM-undankappingina fyri U17 gentur. Fótbóltssamband Føroya er vertur, og umframt Føroyar, eru Lettland, Georgia og Rumenia eisini við í kappingini.

Allir dystirnir, undantikið Georgia – Lettland í síðsta umfari, verða spældir á Tórsvølli. Í hesum sambandi verður heitt á áskoðararnar um at nýta inngongd J, sum er á vestursíðuni (millum Tórsvøll og Niðara vøll).

Tað er ókeypis atgongd til allar dystirnar, men ynski er, at áskoðararnir hava eitt atgongumerki í part, ið samstundis er ein lutaseðil, har møguleiki er at vinna landsliðstroyggjur.

Atgongumerki fáast við inngongdina, men kunnu eisini takast niður her:

Lettland – Føroyar (PDF)

Føroyar – Georgia (PDF)

Føroyar – Rumenia (PDF)

Prenta atgongumerkið í A4 stødd, skriva navn og telefonnummar á, falda í helvt og koyr í kassan við inngongdina á dystardegnum. So ert tú við í lutakastinum um landsliðstroyggjur.

Tó skal viðmerkjast, at áskoðarar, uttan atgongumerki, eisini fáa atgongd til dystirnar.

Sunnudagin 17. mars
Kl. 13:00 Lettland – Føroyar
Kl. 17:00 Rumenia – Georgia

Mikudagin 20. mars
Kl. 13:00 Føroyar – Georgia
Kl. 17:00 Rumenia – Lettland

Leygardagin 23. mars
Kl. 17:00 Føroyar – Rumenia
Kl. 17:00 Georgia – Lettland (á Ovara vølli í Gundadali)

Les eisini
Eyðvør væntar ymiska mótstøðu
Føroyar og Lettland leggja fyri
Hópurin til EM úttikin