FSF hevur tikið avgerð um, at tað verður ókeypis atgongd til U21-landsdystin millum Føroyar og Aserbadjan, sum verður á Svangaskarði á Toftum mikudagin 17. juni klokkan 17:00
Føroyska U21-landsliðið spælir mikudagin fyrsta dystin í undankappingini til EM 2017, tá Aserbadjan vitjar á Svangaskarði á Toftum. Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 17:00.

Okkara ungu spælarar hava veruliga brúk fyri øllum stuðli, og tí hevur Fótbóltssamband Føroya avgjørt, at tað verður ókeypis atgongd til dystin.

Harafturat verður eisini skipað fyri busskoyring í samband við dystin. Klokkan 15:30 koyra bussar frá nýggja FSF-húsinum í Havn og beinleiðis á Svangaskarð, og suður aftur aftaná. Kostnaður fyri báðar vegir er 100 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn.

Sostatt er slóðað fyri, at okkara U21-landslið kann fáa allan tann stuðul, teir hava brúk fyri, í strembanini eftir at fáa eina góða byrjan í hesari EM-undankappingini.