Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Oddbjørn Joensen, ið væntar fimm spennandi dystir um vikuskifti, tá 14. umfar í EFFO-deildini er á skránni
Klaksvíkingurin í Havn, Oddbjørn Joensen, er gestur í FSF Varpinum hesaferð, har Oddbjørn og Tróndur Arge meta um dystirnar í 14. umfari í EFFO-deildini, sum er á skránni sunnudagin 12. juni.

Og tað er av álvara lagt upp til fimm spennandi dystir í komandi umfari. Nummar 1 og 2 møtast í Klaksvík, og í Havn verður grannauppgerð millum HB og B36. Hinir dystirnir eru ÍF – B68, TB – NSÍ og Skála – AB.